Í 2021 eru yvir 1000 amerikonsk børn undir 11 ár blivin dripin ella særd av skotvápnum, vísir uppgerð frá felagsskapinum Gun Violence Archive, sum skrásetir tilburðir um harðskap, har skotvápn hevur verið brúkt í USA.
Heilt nágreiniliga er talan um 1.049 børn undir 11 ár, sum annaðhvørt eru dripin ella særd av skotvápnum. 308 av teimum hava latið lív, meðan hini 741 vórðu særd.
Talið í ár er nakað hægri enn undanfarin ár. Í 2020 var talið 999, meðan tað undanfarnu seks árini var millum 600 og 700.
Seinasti tilburðurin snúði seg um eina trý ára gamla gentu í North Carolina, sum doyði týsdagin, eftir at hon var komin til at skjóta seg sjálva, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald