
Í gjár, mikudagin 26. februar var lisitatión uppá útbyggingina av skúlanum í Leirvík.
Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fimm fyritøkur vórðu bodnar at lata tilboð inn. Fýra tilboð komu inn. Tey vóru frá Búsetur, Kanjon, Articon og HVT.
Kanjon átti lægsta boðið: áljóðandi kr. 64.473.962,-. Tað hjá HVT var slakar átta milliónir hægri - 72,1.
Articon hevði tilboð á 78 milliónir og Búsetur 80,5 milliónir.
Verkætlanin er samlað mett at kosta 95 milliónir krónur, upplýsir Eysturkommuna, fer nú undir at gjøgnumganga tilboðini.
- Útbyggingin fevnir um niðurtøku av pørtum av skúlabygningunum í Leirvík, og nýbygging av skúlastovum, fimleikahøll, tónleikastovu, bókasavni og lærarahølum v.m.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald