Uttanlands

Útfaringarforboð í Kyiv

Hetta verður galdandi frá í kvøld til mikumorgunin, boðar borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum frá

Vitali Klitschko, borgarstjóri í Kyiv (Mynd: EPA)

Vitali Klitschko, borgarstjóri í Kyiv (Mynd: EPA)

2022-03-21 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, Vatali Klitschko hevur boðað frá, at útfaringarforboð verður í hálvtannað samdøgur.

Forboðið byrjar klokkan 20 í kvøld ukrainska tíð – klokkan 18 okkara tíð – og varar tað í minsta lagi fram til mikudagin klokkan sjey – klokkan fimm okkara tíð.

Millum støðini, sum hava stongt í hesum tíðarskeiðnum eru handlar, apotek, og bensinstøðir. Tað eru bert akfør, sum hava serligt loyvi, sum sleppa at koyra á vegunum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at útfaringarforboð verður í Kyiv, síðan kríggið byrjaði. Í farnu viku var høvuðsstaðurin eisini afturlatin í 35 tímar.

Síðan russiska innrásin byrjaði 24. februar, hava fleiri ukrainskir býir verið hart raktir av bumbum, og fleiri milliónir fólk eru rýmd. Sambært ST er nærum fjórði hvør ukraini rýmdur úr heimi sínum.

Les eisini: Russland lopið á sølumiðstøð í Kyiv

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder