Yvir 1 millard í avlopið tá tað kemur til innfluttning og útflutning. Hetta vísa nýggju tøluni hjá Hagstovuni.
Føroyar innfluttu frá november 2018 til oktober 2019 fyri 500 milliónir fleiri enn frá november 2017 til oktober 2018: Fyri 8,1 milliardir í mun til 7,6 milliardir - ein vøkstur á sjey prosent.
Vøkstur var eisini í útflutninginum. Hann var í 2017-2018 8 milliardir krónur; frá 2018-2019 var hann heili 9,3 milliardir. Hetta er ein vøkstur á 17 prosent, og tað merkir, at handilsjavnin var góður: 1,2 milliardir - í fjør var hann 400 milliónir Hesum boðar Hagstovan frá í dag.
Um hugt verður eftir útflutningini av fiskasløgum, so er týðandi vøkstur í serliga makreli, ið er næststørsti bólkur. Sild er tann størsti, og har er eisini vøkstur í bæði nøgd (tonsum) og milliónum. Av toski er vøksturin í tonsu 34 prosent, og hóast hýsan ikki fyllur nógv í samlaða útflutninginu, so er ein 48 prosent vøkstur - bæði í nøgd og í peningi. Útflutningurin av svartkjafti er tó nógv minkandi. 40.605 tons vórðu útflutt seinasta árið í mun til næstan 63.000 2017-2018.
Til ber at síggja yvirlit yvir fiskabólkarnar og aðrar útflutningsvørur á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald