Innanlands

Útflutningurin av fiskavørum minkaði við næstan hálvaðrari milliard

Minkingin av útfluttum laksi er yvir 700 milliónir - Útflutningurin av toski er minkaður við næstan 400 milliónum. Talan er um tíðarskeiðið februar 2020 til januar 2021. Í hesum tíðarskeiðnum innfluttu Føroyar fyri 400 milliónir færri enn undanfarna skeið

2021-03-16 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útflutningurin av fiskavørum minkaði sera nógv í tíðarskeiðnum februar 2020 til januar 2021, um samanborið verður við undanfarna skeið. Samanlagda talið er 1,4 milliard.

Hagstovan hevur gjørt útflutningin í januar upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Tað sæst, at ein farsótt hevur rakt heimin og marknaðirnar, tí tað er minni útflutt í flest øllum vørubólkum.

Minkingin av útfluttum laksi er yvir 700 mió. kr. Tað er ein minking á 18 proent. Útflutningurin av toski er minkaður við næstan 400 milliónum krónum.

[object Object]

[object Object]

Myndir: Hagstovan

Innfluttu fyri 400 milliónir krónur færri enn undanfarna skeið

Innflutningurin fyri januar er eisini uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Innflutningurin av skipum er minkaður við 400 milliónum færri, og vit hava eisini brúkt útvið 400 milliónir krónur færri upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni, skrivar Hagstovan.

Fyri flestu av hinum vørubólkunum er innflutningurin vaksin ella stendur í stað. Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (feb. 20 - jan. 21) var 8 milliardir krónur. Tað eru 400 milliónir krónur færri enn undanfarna skeið.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder