Innanlands

Útflutningurin í fjør vaksin við 14 prosentum

Fram til og við november í fjør høvdu vit útflutt fyri umleið hálva milliard krónur meira enn vit innfluttu fyri

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2022-01-18 09:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar útfluttu fyri 8,9 milliardir krónur 11 teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Hetta er 1,1 milliardir meira enn árið fyri, og sostatt ein vøkstur á 14 prosent.

Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð útflutt fyri 8,7 milliardir fyrstu 11 mánaðirnar.

Nógv tann størsti einstaki útflutningurin, er laksaútflutningurin, sum 11 teir fyrstu mánaðirnar í 2021 vaks við næstan einum triðingi í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Frá januar til og við november í fjør útfluttu vit laks fyri knappar fýra milliardir krónur.

Hækkandi oljuprísir ávirka innflutningin
Innflutningurin 11 teir fyrstu mánaðirnar í 2021 var 8,4 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 12,3 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2020. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 14 prosent, skrivar Hagstovan. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast umleið sama nøgd er innflutt, so hava vit brúkt 43 prosent meiri upp á brennievni higartil í 2021 samanborið við 2020.

Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkinum 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er 49,2 prosent. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder