Innanlands

Útfluttu fyri 230 milliónir færri - Innfluttu fyri 123 milliónir færri

Samanborið við apríl í fjør, var útflutt fyri ein triðing minni í apríl í ár í mun til apríl í fjør. Viðvíkjandi innflutninginum var talan um 23 prosent

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2020-06-11 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útflutningurin í apríl var ein triðing lægri enn í apríl í fjør. Í fjør táttaði útflutningurin í 700 milliónir - í fjórða mánaðinum í ár var hann 466 milliónir. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.

Viðvíkjandi fiskavøruútflutninginum, er minkingin 30 prosent. Tað eru serliga útflutt minni av laksi, makreli og sild, skrivar Hagstovan, ið eisini staðfestir hetta: 

- Útflutningurin sveiggjar sera nógv frá mánað til mánað, og tí skulu tølini takast við fyrivarni, tá mann samanber ein einkultan mánað. Tað er tó ongin ivi um, at øll tiltøkini sum eru sett í verk kring allan heimin at steðga covid -19 smittuspjaðingini, hava ávirkan á møguleikarnar hjá okkum at selja fiskavørur sum vit plaga.

[object Object]Mynd: Hagstovan


Innflutningurin er minkaður við 23 prosentum


Innflutningurin í apríl mánað var 493 milliónir krónur Tað eru 143 milliónir færri enn sama mánað í fjør.

Stórur partur av hesari minking er tí, at olja varð innflutt olju fyri 69 milliónir krónur færri enn í fjør. Um vit ikki telja skip og brennievni við, er minkingin 13 prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

 

 

 

[object Object]
Mynd: Hagstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder