
Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri sjey prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Fyrstu átta mánaðirnar í ár var samlaði útflutningurin 5,7 mia. krónur. Sama tíðarskeið í fjør var útflutningurin 5,5 mia.
Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, var eisini útflutt fyri 5,7 mia. krónur fyrstu átta mánaðirnar, skrivar Hagstovan. Men fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin tó væl minni enn fyri tveimum árum síðani. Seinastu mánaðirnar er tó meiri útflutt, so útflutningurin nú er ájavnt við 2019.
Útflutningurin av makreli er á sama støði sum í fjør í nøgd, meðan virðið er 20 prosent lægri enn í fjør. Útflutningurin av sild og svartkjafti er tó hægri, bæði í nøgd og virði.
Laksaútflutningurin er vaksin 17 prosent, og var hann 2,6 mia. krónur fyrstu átta mánaðirnar. Útflutningurin av toski minkaði 14 prosent í virði og 17 prosent í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði seks prosent, meðan nøgdin av hýsu vaks sjey prosent. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald