Innanlands

Útfluttu fyri samanlagt 12,3 milliardir krónur í 2024

Tað er 405 milliónir krónur færri enn í 2023, og serliga sæst tað aftur á fiskavørum. Útflutningurin til Kina vaks tó nógv - við 244 milliónum

Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, men fiskavøruútflutningurin er sum heild minkaður 446,5 milliónir krónur - nærum 4 prosent (Mynd: hagstova.fo)

Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, men fiskavøruútflutningurin er sum heild minkaður 446,5 milliónir krónur - nærum 4 prosent (Mynd: hagstova.fo)

2025-02-19 10:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstova Føroya hevur nú gjørt útflutningin fyri 2024 upp. Har sæst, at hann minkaði við beint yvir 400 milliónum, í mun til í 2023.

Samanlagda talið var 12,3 milliardir krónur - 405 milliónir krónur undir tí sum tað var árið fyri.

Nærum fýra prosent færri fiskavørur

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 446,5 milliónir krónur, ella nærum 4 prosent.

Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og makrelur, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Somuleiðis eru broytingar í, hvørji lond vit útflyta til, staðfestir Hagstovan 

- Útflutningurin av laksi er vaksin 358,5 milliónir krónur í 2024. Virðið er vaksið 6,6 prosent, og nøgdin er vaksin 16,2 prosent. Størsta afturgongdin er fyri fiskamjøl, fóður og lýsi. Her er samlaða afturgongdin 915,5 milliónir krónur, ella 45 prosent. Nøgdirnar eru minkaðar við 36 prosentum.





Tann fiskavøran, vit hava útflutt mest av seinastu árini, er heilur køldur laksu. Makrelur er næstur á listanum, meðan stór minking er innan fryst flak.

Fluttu ikki líka nógv út til evropeisk lond og USA - vaksandi útflutningur til Kina

Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki.

Størsta minking er í útflutningi til Evropa og Norðuramerika. Útflutningurin til ES er minkaður við 196,5 milliónum krónum, meðan útflutningurin til Norðuramerika er minkaður við 155 milliónum krónum uppá eitt ár.

Hinvegin er útflutningurin til Asia vaksin við 211,8 milliónum krónum, ella 30 prosentum, og er hetta orsaka av vaksandi útflutningi til Kina. 


Annars er útflutningurin til ES og USA sum heild vaksin nógv seinastu hóast ein minking hevur verið hetta seinasta árið.

- Í dag er útflutningurin til ES meira enn tvífalt so stórur sum áðrenn 2018. Somuleiðis er útflutningurin til USA vaksin frá at liggja um eina milliard krónur áðrenn 2020 til nú at tátta í tveimum milliardum krónum árliga, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Í 2024 útfluttu vit mest til USA, hóast útflutningurin til USA minkaði við 181 milliónum krónum. Í 2022 og 2023 útfluttu vit mest til Danmarkar. Eitt sum er eyðkent við 2024 er, at býtið av útflutninginum millum londini er vorðið meira javnt. Eitt nú er útflutningurin til Kina vaksin við 243,6 milliónum krónum, ella 46,1 prosent. Tað eru nærum tey somu londini á top 10 listanum í 2024 sum í 2023, tó hevur Italia trokað Týskland av top 10 listanum. Viðmerkjast kann eisini at Russland hevur ligið á fjórða plássi seinastu árini. 


Til ber at síggja fleiri talvur á hagstova.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder