Innanlands

Útfyllingin til bátahylin í Árnafirði hevur fingið umhvørvisgóðkenning

30.000 rúmmetrar av tunnilsgróti frá nýggju tunlunum norður um fjall skulu nýtast til at leingja garðarnar. Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at Klaksvíkar kommuna leggur virksemið til rættis soleiðis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt

Árnafjørður (Mynd: Pól Sundskarð)

Árnafjørður (Mynd: Pól Sundskarð)

2022-04-19 19:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umhvørvisstovan hevur í dag fráboðað eina nýggja umhvørvisgóðkenning.

Talan er um eina góðkenning, ið fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at útbyggja bátahylin í Árnafirði.

- Fylt verður afturat uttara garði á bátahylinum út á 14 metra dýpi, umframt at garðurin verður longdur einar 80 metrar vestureftir. Tvørgarðurin við innsiglingina gongur úr fylluni fyri vegnum í fjøruni, og út á 7 metra dýpi, har hann umskarast við fylluna frá tí uttara garðinum.

Soleiðis skrivar us.fo í dag.

Lagt verður afturat, at umleið 30.000 m3 av tunnilsgróti frá nýggju tunlunum norður um fjall. Grótið verður koyrt út við lastbili og flótisperra verður løgd beint út frá landi. 

Biofar hevur, sambært Umhvørvisstovuni, gjørt eina búlendislýsing av økinum. Niðurstøðan var at av búlendum og staðfestum sløgum vórðu eingin mett at vera sjáldsom í Føroyum.

- Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at Klaksvíkar kommuna leggur virksemið til rættis soleiðis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt: at avmarka útlátið av plasti so nógv sum gjørligt, at avmarka ampar av óljóði og ristingum so nógv sum gjørligt og at avmarka útlát av dálkandi evnum, evju og dusti.

Til ber at kæra góðkenningina fram til 17. mai 2022. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder