Í 2015 gav fólkarokkbólkurin Hamradun út sína fyrstu útgávu, og síðan tá hevur bólkurin støðugt verið at hoyrt á festivalum í Føroyum og á konsertum uttanlands.
Bólkurin er samansettur av tónleikarum við drúgvum royndum, og hevur bólkurin funnið sítt serstaka ljóð.
Teksturin í løgunum snýgva seg í høvuðsheitum um sagnir, søgur og persónar í føroyskari søgu, og framførir Hamradun eisini ymiskar vísur og kvæðir sum fáa nýtt lív við nútímans ljóðførum.
Teir ið manna Hamradun eru Pól Arni Holm - sang, Uni Debess - gittar, John Áki Egholm - gittar, Heri Reynheim - bass, Finnur Hansen - ljómborð og Rani Christiansen - trummur.
Afturat sær hetta útgávukvøld í SALT fer Hanus G Johansen at pallin at framføru síni kendu løg og tulkingar av yrkingum hjá millumannað Poul F. Joensen, og verður hetta kvøld ein samanrenning av rockkendum fólkatónleik og vísusangi.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo og við dyrnar.
Hanus G Johansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald