Eftir eina langa karrieru í superbólkinum Frændur, við seks útgávum á baki, er Rani nú aktuellur við síni fyrstu solo útgávu ‘Ókendar leiðir’.
Í tí sambandi verður ein stór útgávukonsert hildin í Spaniastovu leygarkvøldið 29. februar.
Rani hevur tey seinastu árini spælt nógv sum trubadurur og í orkestri, og hevur hann seinastu tvey árini latið nøkur vælumtókt støkløg út á marknaðin. Nú er hann so endiliga klárur við síni fyrstu soloutgávu.
‘Ókendar leiðir’ er ein samling av sterkum søgum, ílatin lagvakra tónleikin hjá Rana, harímillum ‘Ein sangur til tín’, sum er skrivaður til minnis um vinmannin Óla, sum takkaði fyri seg ein dapran dag síðst í oktober 1990.
Í 2009 var Rani, saman við Eyðuni og Steintóri, heiðraður við eini Planet Awards fyri Ársins Herðaklapp.
Útgávukonsertin verður ein sterk ferð gjøgnum søgurnar handa sangirnar, har Rani saman við bólki sínum fer at framføra og tulka tónleikin.
Steintór Rasmussen fer at leiða ‘Ein sangur til tín’ inn við eini hugleiðing um Óla Wolles Andreassen (1959-1990).
Ragnhild Ellingsgaard fer at leiða innuligu ‘Brá’ inn við síni persónligu søgu handan vakra sangin.
Eyð Matras fer at leiða hjartanemandi yrkingina hjá Finnboga Ísakson til dóttur sína Glæmu inn sum byrjan til framførsluna av sanginum 'Til Glæmu'.
Dyrnar lata upp kl 20.30. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald