Ein av best umtóktu gospel- og countryrøddum okkara ”Svein í Prestgarði ” ferðast í november í Føroyum saman við sínum vælspælandi bólki, har tey bera fram inniligar country gospel sangir við ríkum boðskapi.
Svein er nýliga afturkomin til Føroyar úr USA , har hann í august mánað var í upptøkuhølunum. Úrslitið varð fløgan “Bønarhendur”, ið er tann triðja fløgan hjá Sveini.
Svein hevur ferðast nógv, viđ sínum tónleiki og boðskapi seinastu árini . Hann hevur vunnið mong hjørtu í Føroyum, Danmark, Noregi, Íslandi, USA og Grønlandi.
Um vikuskiftið til konsertirnar verða myndir vístar og sagt frá signingarríka túrinum í USA í sambandi við fløguupptøkuna, síðani verða flestu sangirnir á nýggju fløguni spældir saman við øðrum meira kendum løgum.
Møguleiki verður at ogna sær fløguna, og Svein signerar hana eisini til tey, ið hava hug.
Kl 20 Leygarkvøldið í Salt , Drelnes, Trongisvágur
Kl 20 Sunnukvøldið í Marghøllini í Sørvági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald