2019-05-25 14:48
"Lívsins løtur" eitur nýggja fløgan við andaligum sangum, sum Eyðun Jacobsen í hesum døgum gevur út.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tveimum útgávukonsertum um vikuskiftið.
Tann fyrra av hesum verður í kvøld, leygarkvøldið, í Frelsunarherinum í Havn, og tann seinna verður í Kelduni í Skálafirði sunnudagin. Báðar konsertirnar byrja klokkan 20.
Eyðun fer at framføra løg av nýggju fløguni, og afturat sær hevur hann húsaorkestrið hjá Frelsunarherinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald