
- Yvirskriftin ljóðar kanska ikki so positiv, men í veruleikanum er hetta ein avleiðing av, at tilgongdin av børnum hevur verið sera stór, síðan nýggji barnagarðurin lat upp í januar.
Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari í greinini undir heitinum omanfyri.
Longu nú er trot á vøggustovuplássum í barnagarðinum, og tí hevur Tvøroyrar kommuna, í samráð við leiðara og starvsfólk í barnagarðinum, gjørt av, at flyta útibarnagarðin oman í hølini í kjallaranum í Trongisvágs skúla frá 1. januar 2022. Har er størri pláss at spæla í, bæði úti og inni, skrivar tvk.fo.
Talan er um somu hølir, ið vórðu nýtt, áðrenn barnagarðurin Mýrifípan bleiv útbygdur.
- Børn og starvsfólk vóru sera glað fyri hølini tá og vónandi fer tað eisini at verða soleiðis komandi ár, nú umstøðurnar gera tað neyðugt at flyta.
18 børn ganga í løtuni í útibarnagarði í barnagarðinum Mýrifípan. Tvøroyrar kommuna upplýsir, at tá barnagarðurin lat upp 1. januar 2020, vóru umleið 30 børn undir trý ár knýtt at vøggustovunum. Í dag er tað talið 39, og móti vári 2022 kann væntast, at talið nærkast 50 børnum undir trý ár. Hetta er í samsvar við framhaldandi fólkavøksturin í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald