Innanlands

Útigudstænasta á AB-vøllinum í morgin

Argja kirkja skipar fyri útigudstænastu á AB-vøllinum í morgin klokkan 11

Seinast skipað var fyri útigudstænastu á Argjum var á jólum (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast skipað var fyri útigudstænastu á Argjum var á jólum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-20 14:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunnudagin klokkan 11 skipar Argja kirkja fyri útigudstænastu á AB-vøllinum fyri øll.

Hetta er aðru ferð, at Argja kirkja heldur gudstænastu á vøllinum á Argjum. Seinast var jólaaftan 2021. Nú er summar og høvi hjá Argja kirkju at fara undir tað vanliga virksemi á henda hátt.

Undir gudstænastuni framførir kvinnubólkurin Tabitha, og aftaná verður kirkjukaffi og okkurt søtt og sunkist til børnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder