2019-05-25 13:28

Í morgin, sunnudagin, verður skipað fyri útigudstænastu á Skarði uml. klokkan 13 við Marjuni Lómaklett, skrivar Kunoyar kommuna á heimasíðuna.
Hetta er í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðani, seinastu fólkini fluttu av Skarði.
Kommunan bjóðar morgunmat í bygdarhúsinum í Haraldssundi klokkan 9. Tey, sum fara til Skarðs fáa øll matpakka við. Farið verður til gongu úr Haraldssundi klokkan 10.
Ferðaleiðari verður Brandur Klettskarð í Kongsstovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald