2019-06-07 16:02
Aftur í ár verður útigudstænasta á einum av fótbóltsvøllunum í Gundadali 2. Hvítussunudag. Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðu síni.
Tað eru prestarnar í Suðurstreymoy, sum skipa fyri gudstænastuni, sum verður klokkan 11.
Klovnurin Bubu fer eisini at seta sín serliga dám á gudstænastuna við undirhaldi til børnini, og eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur í badmintonhøllini, har okkurt gott eisini verður til børnini.
Tað eru prestarnir í Suðurstreymi, ið skipa fyri gudstænastuni. Havnar Hornorkestur og GHM fara at spæla til sálmasangin undir gudstænastuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald