placeholder
Innanlands

Útisetar fáa møguleika at koppsetast í Føroyum

Arbeiða við at broyta koppsetingarkunngerðina

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd)

2021-05-03 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrið fer nú at broyta koppsetingarkunngerðina, so føroyskir útisetar, sum eru í Føroyum, og útlendingar, sum eru í Føroyum í longri tíðarskeið, kunnu verða koppsettir ókeypis fyri koronu í Føroyum. Tað merkir eitt nú, at lesandi ikki nýtast at stúra fyri summarferiuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin við heilsumálum arbeiðir nú við at víðka koronu-koppsetingarkunngerðina, so føroyingar, ið búgva uttanlands, men eru staddir í Føroyum, eisini kunnu verða koppsettir ókeypis í Føroyum. Somuleiðis skulu útlendingar, sum eru í Føroyum í eitt longri tíðarskeið, til dømis í arbeiðsørindum, kunna verða koppsettir ókeypis í Føroyum.

Broytta kunngerðin fer at verða lýst í næstum, og tá fer eisini at verða kunnað alment um, hvussu hesi skulu bíleggja sær tíð til koppseting, skrivar Heilsumálaráðið á netinum.

Sambært galdandi kunngerð er tilboðið um koppseting bert galdandi fyri tey, sum búgva í Føroyum.

Nógv lesandi hava leitað sær heim
Men hetta kravið ger tað trupult hjá nógvum, serliga hjá lesandi útisetum. Nógvir teirra hava nevniliga langt síðani leitað sær heim til Føroya, nú koronufarsóttin hevur leikað á, tí útbúgvingarstovnarnir hava verið stongdir, og øll undirvísing er farin fram á netinum.

Tað er bæði tvørligt og dýrt hjá hesum útisetum at skula aftur til londini, har tey lesa og hava bústað, fyri at koppsetast, serliga hjá teimum, sum lesa aðrastaðni enn í Danmark.

Í løtuni lesa 1.039 føroyingar uttanlands, 882 í Danmark og 157 aðrastaðni.

Útisetar, sum ikki eru í Føroyum, men ætla sær heim í feriu, høvdu eisini komið í tvístøðu, sleppa teir ikki at koppsetast her. Tí vandi er fyri, at teir ikki eru koppsettir ella ikki liðugt koppsettir í landinum, har teir búgva, áðrenn teir skulu til Føroya. Men tá kunngerðin um koronukoppseting verður broytt, fer at bera til hjá teimum at koma heim at halda summarfrí, og lata seg koppseta í Føroyum.

Í tí sambandinum verður mælt til, at útisetar taka bæði prikini í Føroyum, hetta fyri at tryggja, at koppsett verður við sama slag koppingarevni báðu ferð.

Forða fyri koppsetingarturismu
Hjá útlendingum, sum halda til í Føroyum í longri tíðarskeið, til dømis í arbeiðsørindum, er tað somuleiðis bæði tvørligt og dýrt, verða teir noyddir at fara til heimlandið – helst tvær ferðir – fyri at lata seg koppseta fyri koronu. Tí fara teir eisini at fáa ókeypis koppseting fyri koronu í Føroyum. Bæði útisetar og útlendingar verða koppsettir, tá bólkarnir, teir annars høvdu hoyrt til, um teir búðu her, standa fyri tørni. Talan verður sostatt ikki um at gera nakra serskipan fyri hesar báðar bólkarnar.

Í broyttu kunngerðini fer at verða kravt, at bæði útisetar og útlendingar skulu vera í Føroyum í eitt ávíst tíðarskeið, væntandi 30 dagar, skulu teir koppsetast her. Við hesum kravi verður forðað fyri, at víðkaða kunngerðin letur upp fyri koppsetingarturismu – tað er, at fólk bara koma til Føroya við tí endamáli at fáa eina skjóta, ókeypis koppseting.

Í Danmark hava tey eisini gjørt tað smidligari hjá fólki, ið hava tilhald í landinum, men hava bústað í øðrum landi, at fáa ókeypis koppseting. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fegnast um, at ongi ivamál hesum viðvíkjandi heldur fara at vera í Føroyum, nú summarferian stendur í durinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder