Mentan

Útiseti við nýggjum sangi um Aalborg

Tormodur hevur sjálvur skrivað og gjørt lagið til "Kom til Aalborg". Benjamin Djurhuus hevur framleitt størsta partin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-18 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur Tormóður Petursson Djurhuus verið virkin á tónleikapallinum. Hansara fyrsta staklag "We Both Know", sum kom út tíðliga í januar, 2022 var nógv frammi.

Nú býr hoyvíkingurin í Aalborg, har hann er undir lesnaði. Tíð er tó framvegis til at gera og skriva tónleik, og í gjár gav "Tormodur" staklagið "Kom til Aalborg".

Ein lættur og lívligur kærleikssangur, har 23-ára gamli føroyingurin fyri fyrstu ferð alment er at hoyra á donskum.

[object Object]
Mynd: Tutl  - sum stendur fyri útgávuni

Eins og við undanfarnu stakløgunum hjá Tormóði Djurhuus, er tað Benjamin Djurhuus, sum hevur staðið fyri framleiðslu og ljóðblandið. Óli Poulsen eigur master-partin.

Benjamin spælir eisini fleiri ljóðføri. Harald Fonsdal Johannesen er á trummum, og Jóhan Hentze spælir trompet.

Til ber at hoyra nýggja sangin hjá Tormóði ovast í greingini ella HER

Kelda: tutlrecords.com


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder