Innanlands

Útivið hálva aðru millión í halli

Frihedsbrevet hevur havt tungan rakstur fyrsta árið. Batar eru tó at hóma, sambært leiðslufrágreiðingini

Frihedsbrevet.fo sá dagsins ljós beint undan løgtingsvalinum 2022 við Barbaru Holm á odda. Afturat sær hevur hon Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam (Mynd: Frihedsbrevet.fo)

Frihedsbrevet.fo sá dagsins ljós beint undan løgtingsvalinum 2022 við Barbaru Holm á odda. Afturat sær hevur hon Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam (Mynd: Frihedsbrevet.fo)

2024-02-13 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Botnlinjan hjá nýggja miðlinum Frihedsbrevet vísir 1,4 millión krónur í halli eftir fyrsta árið, og fíggjarstøðan vísir eina negativa eginogn uppá 1,4 millión krónur.

Tað vísir roknskapurin sum er kunngjørdur á Vinnuvitan.biz í dag.

- Fyrsta roknskaparár er lutvíst merkt av uppstartsútreiðslum og vanligum rakstrarútreiðslum áðrenn felagið byrjaði at selja sínar tænastur og lutvíst av at inntøkurnar eru komnar meira líðandi enn rakstrarútreiðslurnar, stendur í leiðslufrágreiðingini í roknskapinum.

- Inniverandi roknskaparár er fyrsta ár við fullum rakstri. Felagið hevur sæð framgongd í søluni frá byrjan og um tann gongdin heldur fram, roknar leiðslan við munandi betri rakstri fyri inniverandi ár. Umframt at arbeiða við at skaffa fleiri inntøkur, arbeiðir leiðslan framhaldandi við at laga útreiðslurnar til at tryggja felagnum neyðugt gjaldføri.

Í roknskapinum er eisini óvissa um framhaldandi rakstur. Stórtsæð øll skuld felagsins er til móðurfelagið, danska Frihedsbrevet. Móðurfelagið hevur givið felagnum váttan um, at fram til 30. september 2024 skal hendan skuldin bert rindast um felagið er ført fyri tí, stendur at lesa í roknskapinum.

Lønarútreiðslurnar hjá Frihedsbrevet í 2023 vóru góðar 1,8 millión krónur. Bruttovinningurin var 436.000 krónur.

Les eisini: Frihedsbrevet: Grundarlag fyri at seta ein journalist afturat

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder