Landsbankin: Eitt týdningarmikið lyklatal at hyggja at, tá umræður fíggjarligt støðufesti, er hvussu skjótt útlánini frá føroysku peningastovnunum veksa í mun til BTÚ. Er vøksturin í útlánum áhaldandi hægri enn sjálvur búskaparvøksturin, kann tað vera eitt tekin um fíggjarligan óstøðugleika.
Myndin niðanfyri vísir lutfallið millum BTÚ og samlaðu útlánini frá føroysku peningastovnunum. Er strikan hækkandi, merkir tað, at útlánini veksa skjótari, enn búskapurin. Bæði undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 vuksu útlánini skjótari, enn búskapurin.
Í løtuni eru ikki tekin um, at útlánini hjá peningastovnununum veksa ov skjótt samanborið við búskaparvøksturin. Samlaðu útlánini frá føroysku peningastovnunum vóru 74% av BTÚ í 2021.
Útlánini hava stórt sæð síðani fíggjarkreppuna havt ein lægri vøkstur enn búskapurin. Hetta kann partvíst skyldast, at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri í dag, at eftirspurningurin eftir fígging ikki er stórur, og partvíst tí bankarnir leggja kapital til síðis fyri at uppfylla kapitalkrøvini, ið eru herd síðani fíggjarkreppuna í 2008.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald