Visit Faroe Islands hevur sett nógv væleydnað og umtalað tiltøk í verk fyri at gera vart við Føroyar sum ferðamannaland.
Eitt teirra var í vár, tá fleiri ferðamál úti í føroysku náttúruni vórðu stongd í eitt vikuskifti, tí umvælingar skuldu gerast.
Og tey, sum framdu umvælingarnar vóru útlendingar, sum høvdu bjóðað seg fram at gera arbeiðið aftur fyri serligu upplivingina tað var at vitja Føroyar og vera við til at bøta um náttúruna.
Átakið sást aftur íalheims fjølmiðlunum, og so seint sum í síðstu viku, var Guðrið Højgaard, stjóri fyri Visit Faroe Islands á Global Skift Forum í New York fyri greiða teimum størstu aktørunum innan ferðavinnu, eitt nú flogfeløgum og hotellketum, hvussu vit gera vart við okkum í Føroyum.
Týðandi vinna í Føroyum
Tað var eisini ein heldur enn ikki sørt errin Guðrið Højgaard, sum nýtti høvið á setanini av Vestnorden ferðavinnumessuni at greiða frá Føroyum sum ferðamannaland.
Ferðavinnan er vorðin ein týðandi vinna í Føroyum upp á heilt fá ár, greiddi hon frá á tíðindafundinum eftir setanina. Ferðavinnan nærkast 10 prosent av útflutningsvirðinum eftir alivinnuna og fiskivinnuna, og yvir 600 fólk hava sítt dagliga virki í føroysku ferðavinnuni.
Roknast kann eisini við, at føroyska ferðavinnan fer at vaksa komandi árini, ikki minst orsaka av, at hotellkapasiteturin í høvuðsstaðnum verður tvífaldur komandi ár, tá nýggju hotellini, Brandan, Hilton Garden Inn og útbyggingin av Hotel Føroyum eru liðug.
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands (Mynd: Jens Kr. Vang)
Preservolution
Í røðu síni til luttakararnar á Vestnorden-messuni í morguni greiddi Guðrið Højgaard frá teimum seinastu tiltøkunum frá Visit Faroe Islands. Eitt nú nýgjørda hugtakið Preservolution, sum førdi til átakið ’Closed for Maintenance’.
Stjórin fyri Visit Faroe Islands vil tilvitað ikki tosa um ferðafólk sum ein trupulleiki, eins og nógv royna at gera, ikki minst í samband við valstríðið, sum júst hevur verið.
- Vit halda turismu vera loysnina heldur enn trupulleikan, var ein av útsøgnunum í røðuni í dag, har Guðrið Højgaard eisini greiddi frá, at tað longu nú er hópin av fólkum frá allari verðini, sum hevur spurt seg fyri um møguleikan at vera við, tá Føroyar aftur verða stongdar vegna umvælingar.
- Og hetta hóast vit enn ikki hava sett dagfestingina fyri, nær ’Closed for Maintenance’ verður næsta ár, segði Guðrið Højgaard.
Sí myndir frá Maintenance-tiltakinum í vár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald