Innanlands

Útlendingur fær treytaða fongsulsrevsing og útvísing í trý ár

Ein maður, sum var í Føroyum í arbeiðsørindum, varð í gjár dømdur fyri at hava verið ósømiligur móti einari kvinnu

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-01-22 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein útlendskur maður í 30unum varð í gjár burturvístur úr Føroyum við innferðarforboð í trý ár, eftir at hann í Føroya rætti varð funnin sekur í at hava brotið § 260, stk. 1 í revsilógini um ólógligan tvingsil við at vera ósømiligur móti eini kvinnu.

Hendingin fór fram í fjør, og sambært frágreiðingunum hevði hann lyft henni upp við einari hond um háls hennara, meðan hann við hinari hondini føldi uppá hana.

Maðurin noktaði seg sekan. Hann greiddi frá, at hann hevði drukkið nakrar øl tað kvøldið, og royndin, sum varð tikin morgunin eftir, vísti eisini, at hann hevði eina promillu á 1,34. Sambært løgregluni, virkaði tann ákærdi eisini sjónliga ávirkaður, tá hann varð handtikin, men einki bendi á, at hann varð ávirkaður av nøkrum øðrum enn rúsdrekka. Maðurin hevur eisini greitt frá, at hann ikki hevði tikið nakran heilivág ella rúsandi evni áðrenn hendingina.

Sambært dómaranum, vóru frágreiðingarnar hjá vitnum, sum vórðu avhoyrd, álítandi, og samsvaraðu tær við ákæruni, tí varð maðurin funnin sekur og dømdur 14 dagar treytaða fongsulsrevsing, umframt at hann varð útvístur úr landinum við innferðarloyvi í trý ár. Sostatt skal hann ikki inn at sita dómin, um hann einki revsivert ger í eitt ár.

Tann ákærdi hevði verið í Føroyum í arbeiðsørindum, og hevði hann uppihaldsloyvi í Føroyum fram til í mars mánað. Maðurin greiddi frá, at hann burtsæð frá arbeiði sínum einki tilknýti hevði til Føroyar, men hevði hann gott samband við familju sína harheima. Tí helt rætturin ikki, at har var nakað, sum var til hindurs fyri, at hann varð útvístur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder