Innanlands

Útlendingur gekk seg fastan omanfyri Tjørnuvík

Alt spældi væl av, sigur løgreglan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-12 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan 20.15 bað ein útlendingur løgregluna um hjálp, tí hann hevði gingið seg fastan í haganum omanfyri Tjørnuvík.

Løgreglan setti seg í samband við átaksleiðaran í Sunda kommunu, sum fekk savnað bjargingarfólk at fara niðan eftir honum.

Tað var knappliga vorðið myrkt, og nakað av vindi var eisini, so líkindini vóru ikki góð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Men alt spældi væl av, og kom útlendingurin oman aftur í øllum góðum. Hann var eitt sindur kaldur, men annars hevði hann tað gott, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder