Innanlands

Útlendingur skal 30 dagar í fongsul

Og hareftir skal hann ikki vísa seg í Føroyum í trý ár, fyri at fremja harðskap móti tollara

2023-12-11 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Útlendingurin, sum í gjár varð handtikin eftir at hava lagt á ein tollara á flogvøllinum, sleppur ikki aftur til Føroya komandi trý árini eftir at hann hevur sitið dómin.

Maðurin, ein tilkomin eysturevropeari, sum kom higar í arbeiðsørindum, varð framstillaður fyri dómara í gjár, og fekk ein sokallaðan straksdóm á 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Tá hann hevur sitið dómin verður hann vístur av landinum við boðum um ikki at vísa seg aftur tey fyrstu trý árini.

Tað var onkur ósemja við tollaran á flogvøllinum, sum førdi til, at ferðamaðurin gjørdist so illur, at tað gjørdist áfast millum teir báðar.

- Hevði tað bara verið, at maðurin hevði rópt ella okkurt tílíkt, so kundi hann sloppi undan slíkum dómi. Men maðurin tók í tollaran á ein hátt, sum ikki kann lýsast øðrvísi enn harðskapur. Og tá er talan um brot á revsilógina, og í slíkum førum er lóggávan eirindaleys móti útlendingum, sigur vaktleiðarin.

Hann greiðir eisini frá, at hetta var eitt tað rættarmálið, sum varð best upplýst, tí vísast kundu myndir frá vakmyndatólum, sum úr fleiri vinklum vístu hvat tað var, sum hendi. Vitni til hendingina vórðu eisini førd fram í rættinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder