Mentan

Útlendsk nøvn avlýsa til G!

Ber ikki til at koma við núverandi sóttarhaldsreglum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-07 17:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Korona-støðan ávirkar nú eisini fyrireikingarnar av G! festivalinum í Gøtu. Festivalurin boðar í dag frá, at broytingar verða gjørdar, tí fýra nøvn ikki kunnu koma. Talan er um José González, Asaf Avidan, Busy P. og MYD.

G! Festivalurin skrivar soleiðis í fráboðan á sosialu miðlunum:

“Ótryggleikin rundan um ferðing og núverandi korona støða hevur havt við sær, at vit hava verið noydd at gera nakrar broytingar á G! skránni. José González, Asaf Avidan, Busy P, og MYD hava tíverri verið noyddir at avlýsa, men vit arbeiða við at flyta teir til 2022 skránna. Við núverandi sóttarhaldsreglum ber tað ikki til hjá teimum at koma til Føroyar og samstundis at halda aðrar bindandi avtalur.

Vit hava tó arbeitt hart við at fáa eina fullgjørda G! skrá. Og tó at tað enn kunnu henda broytingar, sum eru uttan fyri okkara vald, so vóna vit, at tað ringasta er av, og at støðan nú bara broytist til tað betra, nú vit nærkast festivalinum.”

G! festivalurin verður 15. til 17. juli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder