Russland leysgav í gjár tilsamans 215 ukrainar og tíggju útlendingar í einum fangabýti við Ukraina, skrivar Reuters tíðindastovan.
Fólkini eru tikin til fanga í sambandi við drúgva stríðið um havnabýin Mariupol fyrr í ár, verður sagt.
Aftur fyri fær Russland 55 ríkisborgarar, sum Ukraina hevur tikið til fanga í sambandi við kríggið.
Viktor Medvedtjuk, ið er ein av ríkastu oligarkunum í Ukraina og vinur við russiska vorsetan, Vladimir Putin, skal vera ein av teimum 55, upplýsir ein ukrainskur embætismaður, sambært Ritzau.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at londini gera avtalu um fangabýti. Men talan er helst um størsta býtið av sínum slag, síðan Russland í februar gjørdi innrás í Ukraina, skrivar AFP tíðindastovan.
Ein svenskur ríkisborgari, ið varð tikin fangi í Mariupol, og sum kundi vænta at verða dømdur til deyða, er eisini leyslatin. Tað váttar svenska uttanríkisráðkvinnan, Ann Linde fyri svensku TT tíðindastovuni.
Sama er galdandi fyri fimm bretar og tveir amerikanarar, ið eisni kundu vænta russiska deyðarevsing.
Tað var Saudi-Arabið, sum skipaði fyri fangabýtinum. Tí vórðu fangarnir fyrst fluttir við flogfari til Riyadh. Tað hendi mikumorgunin.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur takkað Ukraina og saudiarabiska krúnprinsin fyri leiklut teirra.
Bæði ukrainski og russiski herurin hava tikið fleiri hundrað herfólk hjá fíggindanum til fanga undir stríðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald