
Torshavn.fo: Teir næmingarnir á Kvøldskúlanum, sum í løtuni manna teir tríggjar flokkarnar og tey trý stigini í føroyskum sum annaðmáli, noyddust at avlýsa eitt annars tilrættalagt stórt felags jólahald, orsakað av koronastøðuni.
Ístaðin varð skipað fyri jólahugna í flokkunum gjáramorgunin. Einstøku flokkarnir skipaðu fyri og Heðin Mortensen, borgarstjóri, var á rundferð í flokkunum saman við integratiónsprestinum Marjuni Lómaklett og leiðsluni á skúlanum.
Í teimum trimum flokkunum eru útlendingar úr 17 ymsum tjóðum. Fleiri vanta á myndunum, serliga orsakað av, at mong eru í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald