Innanlands

Útlendsku sjófólkini eru neyðug fyri føroyska handilsflotan

Nýggj kanning frá Reiðarafelagnum fyri Handilskip (RFH) vísir, at skal føroyski handilsflotin vaksa og mennast er neyðugt við útlendskum sjófólki.

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

2024-02-26 12:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Í hesum sambandi hevur Reiðarafelagið fyri Handilsskipa gjørt tilmæli til landsstýrið, ið er soljóðandi: 

  1. Landsstýrið má raðfesta maritimu útbúgvingarnar á sjógvi og á landi og arbeiða miðvíst við at tryggja eina góða tilgongd av starvsfólkum til vinnuna
  2. Reiðarí mugu hava góða og smidliga atgongd til útlendsk sjófólk

Skal føroyski handilsflotin halda fram við at vaksa og mennast, so er neyðugt við útlendskum sjófólki. Tað vísir ein nýggj kanning hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsaskip (RFH). Útlendsku sjófólkini umborð á føroyskum handilsskipum eru 140 fleiri enn tey vóru í fjør. Sama tíðarskeið vísir, at talið av føroyskum sjófólki seinasta árið stendur í stað.

RFH hevur kannað starvsfólkatal og tjóðskap hjá reiðaríum undir RFH síðani 2018.

Handilsskip skapa nógv arbeiðspláss
Kanningin hjá RFH vísir  at vinnugreinin skapar nógv arbeiðspláss. Tann 1. januar 2024 vóru í alt 1.616 starvsfólk knýtt at vinnugreinini, bæði á sjógvi og á landi. 1.350 sjófólk eru umborð á skipum , meðan 266 starvsfólk arbeiða á landi.

Atgongd til starvsfólk á landi og á sjógvi
Vinnan hevur í nógv ár vitað, at tað letur seg ikki gera  at manna skipini við bara føroyingum. Hetta kemst av, at virksemið er so umfatandi, at tað ikki eru nóg mikið av føroyskum starvsfólkum tøk. Tað er tí neyðugt  bæði at marknaðarføra og uppraðfesta maritimu útbúgvingarnar, umframt at tryggja vinnuni støðuga atgongd til útlendsk sjófólk. Tørvur er m.a. á fleiri sjóvinnuútbúgvingum bæði á miðnámi og universitetsstigi.

RFH er við í arbeiðnum at endurskoða ávísar maritimar útbúgvingar. Skulu vit stimbra áhugan hjá teimum ungu fyri tí maritima, er neyðugt, at politiska skipanin raðfestir maritimu útbúgvingarnar frammaliga sigur Reiðarafelagið fyri Handilsskip. 


Kelda: Vinnuhúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder