Útlendsku starvsfólkini í Føroyum hava stóran týdning fyri privatu vinnuna, og fyri útflutningsvinnuna hevur hon avgerandi týdning fyri teirra virksemi.
Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í starvsfólkakanningini, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt.
Í kanningini vórðu 100 fyritøkur spurdar um teirra starvsfólkatørv nú og komandi árini, og yvir 70 prosent av teimum fyritøkum, sum luttóku í kanningini, hava útlendsk starvsfólk - ein borgari í Føroyum, sum ikki er danskur ríkisborgari - í starvi, skrivar Vinnuhúsið.
Útlendsku starvsfólkini í Føroyum eru sambært kanningini í størstan mun ófaklærd starvsfólk, og hyggja vit nærri eftir vinnugreinunum eru flestu útlendingarnar at finna á kryvjivirkjunum, botnfiskaframleiðsluni og í handverkaravinnuni. Eisini eru nógvir útlendingar í ferðavinnuni og í húsarhaldstænastum, serliga innan reingerð.
Í kanningini siga 74 prosent av teimum spurdu fyritøkunum, at tey hava millum 1-20 útlendsk starvsfólk. Sjey prosent hava millum 21-50 útlendsk starvsfólk, 13 prosent hava millum 51-100 útlendsk starvsfólk, og seks prosent hava yvir 100 útlendsk starvsfólk í starvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald