Innanlands

Útlendskur eigaraskapur skal vera burtur um 12 ár

Samgongan er samd um at útlendingar skulu slúsast út úr fiskivinnuni í seinasta lagið áðrenn 2032

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-21 18:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Lógin um sjóðfeingi er í løtuni til triðju viðgerð í løgtinginum.

Nógv hevur verið kjakast um hvønn leiklut útlendingar skulu hava í føroysku fiskivinnuni. Í orðaskiftinum teir seinastu dagarnar tykist semja hava verið um, at útlendingar skulu út úr føroysku fiskivinnuni. Men ósemja hevur verið um hvussu langt skotbrá teir skulu hava.

Í broytingaruppskotinum sum samgongan legði fram í dag, stendur at allur útlendskur eigaraskapur skal út úr veiðiliðinum í fiskivinnuni í seinasta lagið í 2032.

Andstøðan finst hvassliga at uppskotinum. Hon sigur at 12 ár er alt ov lang tíð. Og við nýggjum útlendskum ognarluti bindir vinnan seg enn meira í útlendskan kapital.    

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder