placeholder
Innanlands

Útlendskur seglbátur sleipaður til Vestmannar

Seglbáturin, sum var staddur norður úr Vestmannasundi, hevði fingið maskinbrek

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-19 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið sleipaði Rescue Vón ein útlendskan seglbát inn á Vestmanna.

Tað var stutt fyri klokkan 17, at boðað varð frá, at seglbáturin, sum varð staddur norður úr Vestmannasundi, hevði fingið maskinbrek og hevði hann tí tørv á sleipi,

Vón kom á Vestmanna við seglbátinum um 19-tíðina, sambært heimasíðuni hjá Vørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder