Uttanlands

Útlit til danska stjórn tvørtur um miðjuna

Venstre og Sosialdemokratiet eru ikki langt frá at vera klár at skipa stjórn

Jakob Ellemann-Jensen og Mette Frederiksen nærast einum stjórnarsamstarvi. Myndin er frá valstríðnum (Mynd: EPA)

Jakob Ellemann-Jensen og Mette Frederiksen nærast einum stjórnarsamstarvi. Myndin er frá valstríðnum (Mynd: EPA)

2022-12-05 15:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flokkurin Venstre er “kanska” á veg inn í eina stjórn saman við sosialdemokratunum. Hetta váttar formaðurin í Venstre, Jakob Ellemann-Jensen, fyri TV2 News í dag. Hann viðgongur eisini, at hann hervið hevur brotið eitt av sínum lyftum undan valinum.

- Sjálvandi er hetta eitt lyftisbrot. Eg fór til val fyri at gerast forsætisráðharri, og tað gjørdist eg ikki.

- Tað verði eg noyddur at góðtaka. Tað kann eg iðra meg um, men eg kann eisini velja at siga, at eg nú kann eg royna at fáa tað besta út úr teirri umboðan, sum Venstre hevur fingið, sigur Ellemann-Jensen við TV2 News.

Formaðurin í Venstre hevur fyrr sagt, at hann ikki hevði álit á forkvinnuni hjá sosialdemokratunum, Mette Frederiksen, sitandi forsætisráðkvinnu, sum síðan fólkatingsvalið 1. november hevur roynt at funnið eitt nýtt stjórnargrundarlag.

Mette Frederiksen og sosialdemokratarnir fóru á val fyri at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna í donskum politikki, og okkurt bendir á, at tað arbeiðið er við at vinna undir land, skrivar Ritzau.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder