Innanlands

Útnevningarnar rukku ikki á mál

Irish Pub í Havn var við í útnevniningunum um besta kokkin og bestu tónleikaupplivingina til Irish Hospitality Global Awards, sum varð hildið í Dublin í vikuni

2019-10-12 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Karmarnir vóru framúr stórslignir um Irish Hospitality Global Awards týskvøldið, tá tiltakið fór av bakkastokki. Framløgur, røður og tónleikur. Kvøldið var skipað soleiðis at gestirnir sótu við rund borð, har feskt eitt gott ábit, og útsýni til pallin var gott.

Útnevningarnar komu fram á einum stórum skíggja, soleiðis sum vit kenna tað frá øðrum altjóða tiltøkum av slíkum slag.

Spenningurin var heldur ikki heilt eingin, tí Irish Pub var við í útnevniningunum um besta kokkin og bestu tónleikaupplivingina.

Hesaferð rukku útnevningarnar tó ikki á mál. Týdningurin av at vera við í slíkari samveru skal ikki undirmetast; samband við fólk í somu vinnu, prátini við borðini og  íganginum er serstakliga gevandi.

- Vit hava knýtt nógv sambond, onkrar avtalur eru gjørdar og annars meti eg hetta vera ein tíðandi liður í okkara marknaðarføring. At vera saman við okkara starvsfeløgum og enntá við slíkum karmum er mennandi og gevur íblástur; umframt seta vit Føroyar á írska pub heimskortið, og tað er ikki verri. Luttøkan gevur avgjørt dirvið og áhugað at royna aftur komandi ár, eingin ivi um tað, sigur Hans Andreasen eigari av Irish Pub á Skálatrøð.

- Irish Pub/Glitnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder