Innanlands

Útnorðurgrunnurin latið átta lán í Føroyum í fjør

Lat tilsamans lán fyri 29 milliónir til 12 fyritøkur í Føroyum og Grønlandi

2023-06-22 13:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Menningargrunnur Útnorðurs – Vestnordenfonden – lat í fjør átta lán til Føroyskar fyritøkur á tilsamans 15,5 milliónir krónur.

Virksemið hjá Menningargrunni Útnorðurs er at læna pengar út til fyritøkur í Føroyum og Grønlandi, og harvið verða við til at menna eitt fjøltáttað og kappingarført vinnulív í Útnorði.

Menningargrunnur Útnorðurs veitir lán til fyritøkur í sambandi við til dømis keyp av bygningum, maskinum og bátum. Grunnurin veitir ikki rakstrarfígging.

Grunnurin veitti 12 nýggj lán í 2022 á eina samlaða upphædd á 29 milliónir krónur. Fýra lán á tilsamans 13,5 milliónir vórðu veitt í Grønlandi, og átta lán á tilsamans 15,5 milliónir, vórðu veitt í Føroyum.

[object Object]

Samlaðu útlánini hjá grunninum vóru 60 milliónir krónur við árslok í fjør.

Lánini hjá Menningargrunni Útnorðurs eru býtt soleiðis millum vinnugreinar:

Hotel og ferðavinna 35%
Handverk og smáídnaður 39%
Fiskiídnaður og aling 8%
Flutningur 10%
Aðrar vinnur 8% 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder