Innanlands

Útnorðurráðið haft ársfund í Nuuk

Uppskot úr Føroyum um at seta á stovn eina havumhvørvisvirðisløn, og hetta var einmælt samtykt

Limir í Útnorðurráðnum. Fremst frá vinstru: Henrik Old, Edva Jacobsen, Heðin Zachariasen og Steffan Klein Poulsen. Aftast frá vinstru: Kristina Háfoss og Ruth Vang

Limir í Útnorðurráðnum. Fremst frá vinstru: Henrik Old, Edva Jacobsen, Heðin Zachariasen og Steffan Klein Poulsen. Aftast frá vinstru: Kristina Háfoss og Ruth Vang

2019-10-26 11:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útnorðurráðið, sum er parlamentariskt samstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar, hevur í døgunum 22-24 oktober haft ársfund í Nuuk, har seks tinglimir úr Føroyum luttóku. Úr Íslandi og Grønlandi luttóku somuleiðis seks tinglimir úr hvørjum landi.

Fleiri evni vórðu viðgjørd á fundinum. Millum annað var eitt uppskot úr Føroyum um at seta á stovn eina havumhvørvisvirðisløn í útnorði, og varð hetta uppskotið einmælt samtykt.

Onnur evni, sum vórðu tikin upp, vóru millum annað, samstarv á fiskivinnuøkinum, plastdálking í havinum og lættari møguleika hjá ungum fólki at ferðast millum londini í útnorði. Harumframt varð ein menningarætlan fyri Føroyar, Grønland, Ísland og vesturstrondina av Noregi (NAUST) umrødd.

Londini skiftast um at hava formansskapin í Útnorðurráðnum. Seinasta árið hevur Grønland haft formansskapin, men á ársfundinum yvirtók Ísland formansskapin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder