Útnorðurráðið, sum hesa vikuna hevur verið savnað í Reykjavík í Íslandi, sendir nú eina áheitan til Føroya Landsstýri og íslendsku stjórnina um at loysa tær avbjóðingar, sum eru knýttar at Hoyvíkssáttmálanum.
Ein javnbjóðis fríhandilsavtala hevur stóran týdning fyri vinnulívið í londunum og tætta samstarvið, sum er á fleiri øðrum økjum. Ráðið heitir tí eisini á stjórnirnar í Grønlandi, Føroyum og Íslandi um at arbeiða fyri at gera eina fríhandilsavtalu, sum umfatar øll trý londini.
Í eini niðurstøðu frá fundinum verður sagt, at ein fríhandilsavtala millum øll trý londini er í tráð við málsetningin hjá Útnorðurráðnum um tættari samstarv viðvíkjandi felags áhugamálum í útnorði.
- Útnorðurráðið hevur strongt á til tess at styrkja útnorðurrøddina í arktiskum viðurskiftum, og vit vilja eisini heita á stjórnirnar um at gera tað sama, stendur í niðurstøðuni frá fundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald