2022-08-29 10:02

Nevndin í Útoyggjafelagnum heldur fram, og umboðsráðið skipar seg við somu manning. Tað er greitt eftir at felagið helt aðalfund í Skúgvi í gjár.
Aðalfundurin varð hildin í Brúgvafjósinum, er er hølið hjá Fornminnafelagnum í Skúgvi.
Á fundinum var avrátt, at felagið komandi árið skal leggja dent á kommunuviðurskifti, samferðsluviðurskifti og dagføring av útoyggjaálitinum.
Felagið skrivar, at málið er at útoyggjar fáa betri tænastu, og at vitanin um støðuna hjá útoyggjunum verður dagførd.
Í nevndini hjá felagnum sita Óla Jákup úr Dímun, formaður; Olga Biskopstø, samskipari; og Marius á Geilini, nevndarlimur.
Í Umboðsráðnum sita:
- Johanna Maria Isaksen, Húsar, formaður
- Harry Jensen, Skúvoy
- Óli á Geilini, Svínoy, skrivari
- Jóhannus Kallsgarð Joensen, Trøllanes
- Andras í Frammistovu, Kirkja
- Johanna Hansen, Hattarvík
- Magnus Eliasen, Mikladalur
- Katrina Johannesen, Mykines
- Kartin Lenvig, Hestur
- Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun
(Mynd: Útoyggjafelagið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald