Innanlands

Útoyggjafelagið við eitt vegamót

Tað er átrokandi, at ein arbeiðsbólkur við fakfólki verður settur at menna eitt nýtt og dagført útoyggjaálit, ið kann lýsa dagsins støðu á útoyggj og geva politisku myndugleikunum dagførd tilmæli til neyðug átøk, heldur felagið

(Mynd: Útoyggjafelagið)

(Mynd: Útoyggjafelagið)

2022-04-30 12:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Farna leygardag, 23. apríl, møttust útoyggjafólk og -vinir til arbeiðsdag og veitslu á Hotel Brandan. Hetta var í sambandi við, at tað í fjør vóru 20 ár liðin, síðani felagið varð sett á stovn. Vegna koronu varð føðingardagurin fluttur til farna vikuskifti.

Arbeiðsdagurin byrjaði við hugleiðing um søgu og virksemi felagsins síðani Útoyggjaálitið varð handað løgmanni í mars 2001.

– Føroyska samfelagið er broytt nógv hesi tvey áratíggjuni, og tænasturnar eru vorðnar færri og verri. Grundað á hetta, metir Útoyggjafelagið at tað er átrokandi, at ein arbeiðsbólkur við fakfólki verður settur at menna eitt nýtt og dagført útoyggjaálit, ið kann lýsa dagsins støðu á útoyggj og geva politisku myndugleikunum dagførd tilmæli til neyðug átøk, m.a. at bøta um jarðar- og bústaðarviðurskifti á útoyggjunum, skrivar Útoyggjafelagið í tíðindaskrivi.

Á fundinum varð somuleiðis kjak um framtíð felagsins, og hvussu felagið skal skipast. Felagið heldur áfram við leistinum at hava eitt umboðsráð við einum limi úr hvørjari útoyggj, men arbeitt verður eisini við at broyta virksemið, so fleiri aktørar eru við. Á komandi aðalfundi verður uppskot lagt fram um hetta, og hann verður hildin í Skúgvi í juli.

Eftir fundin varð farið til borðs, og hýrurin var góður millum fólk. Nógv gávurík frásøgufólk vóru til staðar, so tað stóð ikki á við hugaligu og skemtiligu søgunum um lív og søgu á smáu oyggjunum, skrivar felagið.

Meira kann lesast um felagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder