Innanlands

Útróðrarbátur farin á land

Rescue Lív varð í gjárkvøldið sendur at hjálpa einum útróðrarbáti, sum var farin á land norðan fyri Kollafjørð – Báturin hevði ikki fingið stórvegis skaða, og sigldi hann sjálvur í havn

Rescue Lív (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Rescue Lív (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-10-30 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið vóru boð eftir Rescue Lív, tá ein bátur, sum var á útróðri, var farin á land á fjørðuni niðan fyri Landsfjósið hjá Landsverk norðan fyri Kollafjørð.

Rescue Lív skrivar á Facebook, at manningin fekk boðini klokkan 20.38, og fyrsta fólkið var umborð á bjargingarbátinum tveir minuttir seinni, og klokkan 20.55 loysti Lív frá bryggju.

Rescue Lív og SAR-vatnskutarin hjá Havnar Bjargingarfelag, Rescue SARa, fóru bátinum til hjálpar. Hann hevði ikki fingið stórvegis skaða, og eftir at mett var um støðuna, varð hann togaður av aftur, og sigldi hann síðani sjálvur í havn. Rescue Lív og Rescue SARa vóru aftur við kai í Havn stutt fyri midnátt.

– Hendingin í gjárkvøldið vísti greitt týdningin av at hava ein vatnskutara sum Rescue SARa, sum kann sigla á sera grunnum vatni og kann fara heilt inn at landi. Við Rescue SARa varð fólk flutt av LÍV umborð á strandaða bátin at hjálpa til, og fólk var eisini flutt av strandaða bátinum umborð á LÍV. Hetta hevði ikki borið til, hevði Rescue SARa ikki verið partur av bjargingini í gjárkvøldið, skrivar Rescue Lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder