Innanlands

Útróðrarbátur mátti sleipast til Havnar

Báturin fekk maskintrupulleikar í gjárkvøldið, og mátti Tjaldrið koma honum til hjálpar

Tjaldrið (Savnsmynd: KVF)

Tjaldrið (Savnsmynd: KVF)

2021-05-02 15:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið mátti arbeiðsbáturin á Tjaldrinum sleipa ein útróðrarbát til Havnar.

Útróðrarbáturin, sum var staddur fimm fjórðingar úr Borðuni á Nólsoynni, hevði fingið maskintrupulleikar.

Hetta var klokkan gott trý korter til sjey, og tríggjar og ein hálvan tíma seinni, hevði arbeiðsbáturin sleipað bátin til Havnar, skrivar Vørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder