Innanlands

Útsagnirnar hjá Jenis av Rana hava higartil ikki darvað koppsetingargongdina

Løgmaður ásannar, at landsstýrisfólk eiga at halda seg til síni egnu málsøki, men nakað bendir á, at útsagnirnar hjá Jenis av Rana um koppseting ikki hava havt stórvegis ávirkan á koppsetingargongdina

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-02 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað vakti ans, tá Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum fyri nøkrum vikum síðani segði, at hann fyribils ikki kendi seg nóg tryggan at lata seg koppseta fyri koronu.

- Vit kenna ov lítið til langtíðarhjáárinini av teimum koppingarevnum, sum eru tøk á marknaðinum. Og vit hava eisini sæð fleiri dømi um, hvussu ósikkurt alt er, tí fleiri lond eru steðgað við at brúka ávís sløg av koppingarevni, segði hann tá við VP.

Les eisini: Landsstýrismaður vil ikki koppsetast - ikki enn

Ein teirra, sum fanst at Jenis av Rana fyri útsøgn hansara var Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum helt, at landsstýrismaðurin við slíkari útmelding saboterar átøk og tilmæli hjá bæði serfrøðingum og landsstýrinum.

Les eisini: - Jenis saboterar átøkini hjá landsstýrinum

Aksel V. Johannesen spurdi tí Bárður á Steig Nielsen, løgmann, um hann helt tað bera til at hava ein landsstýrismann, sum gongur ímóti tilmælunum frá heilsumyndugleikunum og landsstýrinum um at lata seg koppseta. Eisini spurdi hann løgmann, um hann helt, at útsøgnin hjá Jenis av Rana kundi fáa óhepnar fylgjur fyri koppsetingargongdina í Føroyum.

Í svarinum til Aksel V. Johannesen ásannar løgmaður, at landsstýrisfólk eiga at halda seg til síni egnu málsøki, og heldur hann tað vera óskikkað, at landsstýrisfólk úttala seg um málsøkini hjá øðrum landsstýrisfólkum. Tað er heldur ikki skilagott, at landsstýrisfólk fara út alment við síni persónligu áskoðan, tá ið hetta gongur ímóti stevinum hjá landsstýrinum, sigur hann.

Tað ber tó ikki til at gera eina endaliga niðurstøðu um útsagnirnar um koppseting hjá Jenisi av Rana, sigur løgmaður, men nakað bendir á, at tað ikki hevur havt stórvegis ávirkan á koppsetingargongdina í Føroyum, sigur hann.

– Sjúkrahúsverkið hevur fylgt við, hvussu nógv fólk hava bílagt sær tíð til at lata seg koppseta, síðani bíleggingarskipanin lat upp aftur herfyri. Her er eingin broyting at hóma, og ongar tíðir eru tøkar í løtuni. Sjúkrahúsverkið hevur eisini verið í sambandi við tey, ið koppseta, fyri at fregnast, um fleiri fólk avlýsa sína tíð ella als ikki møta upp. Heldur ikki her er nøkur broyting, svarar løgmaður millum annað.

Alt svarið hjá løgmanni kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder