Bátahugnin sum eftir ætlan skuldi vera í morgin, er útsett í eina viku og verður leygardagin 12. juni.
Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað kl. 1330 til Hvalvíkar, har Sundalags Bátafelag bjóðar vælkomin við einum ábiti í teltinum. Seinni um kvøldið verður felagssangur við harmonikuspæli í teltinum.
Umframt bát, er møguleiki eisini fyri at hava kampingvogn.
Skrá:
Kl. 13.30 Sigla frá Selatrað til bátahylin í Hvalvík.
Kl. 15.00 - 17.00 smyrjibreyð til báta- og kampingfólk í teltinum.
Kl. 17.00 Grillaður grísur og búffar fáast til keyps frá Ørvaroddar við bátafelagshúsið.
Kl. 20.30 Felagssangur við harmoniku spæli
Kl. 23.00 Lutaseðlarnir sum verða seldir á økinum verða trektir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald