Tað fekk nógva umrøðu á sosiala miðlunum og í lesarabrøvum, at ein misskjiljing var um tíðarásetingina til ætlaða fundin viðvíkjandi lóg um burðardygga ferðavinnu í Klaksvík í gjár.
Sum lokali miðilin Norðlýsið skrivar, so var ónøgd millum óaðlsfólk og festarar, sum møttu upp í Skálanum klokkan 19.30. Tá vóru dyrnar stongdir og eingin Høgni Hoydal at síggja.
Nøkur fá fólk vóru møtt klokkan 17:30, og tá varð fundurin hildin. Men av tí at tað hevði verið skeivt lýst á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og av tí sama eisini í Norðlýsinum, so verður nýggjur kunnandi fundur í kvøld.
Hetta skrivar uvmr.fo í dag.
- Klokkan 19:30 komu fundarfólkini, sum høvdu sæð skeivt lýstu tíðina, til stongdar dyr. Hetta harmast vit almikið um. Fundurin verður tí endurtikin í kvøld, hóskvøldið 22. februar kl. 19:30. Hoyringarfreistin verður longd samsvarandi til fríggjadagin 23. februar kl. 15:00.
Tað vil siga: Almenni fundurin um burðardygga ferðavinnu í Skálanum í Klaksvík, byrjar í kvøld klokkan 19.30. Lagt er upp til lívligan fund.
Skálin í Klaksvík - beint við Badmintonhøllina og Svmijihøllina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald