Løgtingið fer seinnapartin at viðgera uppskot til løgtingslóg um miðlastuðul, sum Eirikur í Jákupsstovu, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum hevur lagt fram.
Farið verður frá verkætlanarstuðlinum, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, kom við fyri nøkrum árum síðan. Skotið verður upp, at rakstrarstuðulin fer úr 30 prosentum upp í 70 prosent av árligu játtanini. Tey 30 prosentini sum eru eftir, fara til ein íverksetarastuðul.
Íverksetarastuðulin skal latast til at seta ein nýggjan tíðindamiðil á stovn, men verandi miðlar kunnu eisini søkja um at seta nýggjan tíðindamiðil á stovn. Ein miðil sum - um samlaða játtanin hækkar - fær hálva aðru millión árliga í trý ár fylgjandi frá tí almenna, og skal kappast við hinar privatu miðlarnar um lýsingainntøkur.
12 hoyringsskriv eru komin inn í sambandi við málið. Sum heild er eingin serliga fegin um íverksetarastuðulin.
- Um landsstýrið skal liva upp til endamálið at gera umstøðurnar betri, so er hetta beint tað øvugta. Tí landsstýrið eigur als ikki at blanda seg í, hvørjir aktørar eru á marknaðinum — og so slettis ikki skapa nýggjar aktørar í eini vinnugrein, sum longu hevur fleiri — kanska longu ov nógvar — aktørar, skrivar Blaðútgevarafelagið í sínum hoyringsskrivi.
Síðan 2024 hevur miðlastuðulin á fíggjarlógini verið 2,9 milliónir krónur, men á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verður skotið upp at hækka játtanina upp í 4,9 milliónir krónur.
Uppskotið um nýggja miðlastuðulslóg er síðst á skránni fyri tingfundin sum byrjaði klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald