Innanlands

Útskifting í donsku stjórnini

Signe Munk, ráðkvinna við býar- og útjaðaramanning umframt samferðslumálum er sjúkrameldað við strongd og hevur sagt stjórnarsessin frá sær.

Frá valkvøldinum 24. mars. Signe Munk sæst her saman við SF-forkvinnu Pia Olsen Dyhr (Mynd: EPA)

Frá valkvøldinum 24. mars. Signe Munk sæst her saman við SF-forkvinnu Pia Olsen Dyhr (Mynd: EPA)

2026-10-27 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Signe Munk, 36 ár úr Socialistisk Folkeparti, náddi at sita í smáar fimm mánaðir í donsku stjórnini. Hon hevur nú boðað Mette Frederiksen, statsministara frá, at hon ynskir at verða loyst úr starvinum. Orsøkin er strongd – hon er nú sjúkrameldað.

Seinni í dag fer Mette Frederiksen at boðað kongi frá at skifti verður í stjórnini. Nýggjur ministeri verður floksfelagið Karina Lorentzen Denhardt, skriva danskir miðlar í morgun.

Signe Munk gevst tó ikki í politikki. Hon hevur boðað frá, at tá hon komin fyri seg aftur, byrjar hon aftur sum vanligur fólkatingslimur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder