Útskifting í Pedagogfelagnum

Valborg Heradóttir Hammer hevur tikið seg úr nevndini í Føroya Pedagogfelag. Harald Joensen tekur sæti í nevndini í hennara stað

Harald Joensen (Mynd: Sverri Egholm)

Harald Joensen (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-04 17:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valborg Heradóttir Hammer, sum var toppskorari á nevndarvalinum á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag í mars, hevur nú boðað felagnum frá, at hon tekur seg úr nevndini.

[object Object]Valborg Heradóttir Hammer (Mynd: Pedagogfelag.fo)

Hon fær ikki nevndararbeiðið at sampakka við lívið sum smábarnamamma og nærum fulltíðararbeiði, sigur hon sambært heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum.

Á aðalfundinum í mars bleiv Harald Joensen varafólk eftir eitt spennandi nevndarval, har tað stóð á jøvnum ímillum hann og Gunnvá Akraberg Hansen.

Lutakast skuldi til, og tað vann Gunnvá Akraberg Hansen. Tey bæði býttu sostatt um pláss, tí frammanundan hevði hann havt sæti í nevndini, meðan hon var varafólk.

Men nú Valborg Heradóttir Hammer hevur tikið seg úr nevndini, tekur Harald Joensen aftur sæti í nevndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder