Innanlands

Útstykking í Norðragøtu byrjað

Nýggi býlingurin við Myllá fevnir um 26 nýggj grundstykkir. Útstykkingin, sum er 20.000 fermetrar til støddar, væntast at vera liðug í august komandi ár

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2019-09-26 21:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár setti borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, fyrsta “spakan” í nýggju útstykkingina í Norðragøtu.

Nýggi býlingurin við Myllá fevnir um 26 nýggj grundstykkir innanfyri núverandi Eyðargøtu, sum er brekkan frá vegnum Við Ánna niðan til Torbjarnargøtu í Norðragøtu.

Økið til útstykking er 20.000 fermetrar til støddar, og útstykkingin væntast at vera liðug í august 2020, skrivar Eysturkommuna. Samlaða uppskotið til framtíðar útstykking fevnir um eitt øki á 80.000 m2.

[object Object]Mynd: Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder