Í samband við at Eysturkommuna fer at stykkja út 86z í Norðragøtu vestan fyri Eyðargøtu, kunnar kommunan borgarar sínar um, at arbeiðið fer í gongd 23. september 2019 og heldur fram til august 2020.
Í hesum tíðarskeiði kann órógv koma á ferðsluna við Ánna og Eyðargøtu. Talan verður um avgrevstur, spreinging, planering og rørarbeiði við meira, og tískil kunnu vegir blíva skitnir, og tískil kann hetta koma at órógva borgaran.
Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at talan verður um 26 nýggj grundstykkir í Norðragøtu, og kemur hetta tí at tryggja borgarunum enn fleiri bústaðarmøguleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald